Vælumtóktu íslendsku Fróstrósirnar hava seinastu árini hildið jólakonsertir í Føroyum, leygardagin seta tær so aftur jóladám á Norðurlandahúsið.
Eivør hevur í fleiri umførum verið við Frostrósunum, men í ár er hon ikki við, og tað er tí ein onnur føroysk songrødd, ið verður føroyska íkastið til Frostrósu konsertina. Tað er Jógvan Hansen, ið eins og Eivør hevur gjørt nógv um seg á íslendska tónleikapallinum, ið fer at syngja við rósunum.
Umframt okkara egna Jógvan, eru tey luttakandi kend fólk av íslendska tónleikapallinum: Hera Björk, Heiða Ólafs, Gréta Salóme, Friðrik Ómar og Jóhann Friðgeir.
Hóast tað enn eru nøkur atgongumerki til konsertina leygarkvøldið kl. 20, so er longu nú avgjørt at hava eina eykakonsert leygardagin kl. 16.