Jógvan fekk flúgvandi byrjan

Í gjárkvøldið framførdi Jógvan Hansen nýggja Bee Gees showið í Reykjavík. Fyrsta framførslan var fyri fullum húsum og lukkaðist sera væl.

Umframt Jógvan Hansen vóru eisini Fríðrik Ómar, Jóhanna Guðrún, Pétur Ørn Guðmundsson, og Matthías Matthíasson við sum sangarar, og afturat teimum var  tónleikabólkur við 9 tónleikarum.

Jógvan og hini framføra 20 av størstu hittunum hjá Bee Gees, sum eru ein av mest seljandi bólkunum í tónleikasøguni. Sangir sum To Love Somebody, Tragedy, How Deep Is Your Love og Islands In The Stream verða framførdir.


Fyrsta framførslan var í Háskólabio í Reykjavík í gjárkvøldið, og tey 900 plássini í salinum vóru útseld.


- Tað gekk fantastiska væl, og vit eru sera fegin eftir fyrstu framførsluna, sigur Jógvan Hansen.


Hetta var einasta framførslan, sum í fyrsta umfari stóð á skrá í Reykjavík, men ætlanin er hava fleiri framførslur eftir ársskiftið.

Um tvær vikur skal Bee Gees showið fraførast á Akureyri.