Jógvan Arge virkandi borgarstjóri

Nú Heðin Mortensen er á oyggjaleikunum á Bermuda, er varaborgarstjórin traðkaður til sum virkandi borgarstjóri.

- Hetta er ein tíð á árinum, at virksemið ikki er so stórt. Nógvir borgarar eru í summarfrí, og tað er ein stórur partur av starvsfólkunum eisini, sigur Jógvan Arge.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jógvan Arge roynir seg sum virkandi borgarstjóra, tí í setuni undan tí undanfarnu, var hann eisini varaborgarstjóri.

 

- Jú, eg havi roynt tað áður, men tað eru nógv ár síðani eftir hondini, sigur Jógvan Arge.

 

Og okkurt hevur verið hjá honum at trivi í hesa góðu vikuna, hann situr sum borgartjóri.

 

- Leygardagin stóðu ikki færri enn tríggjar giftur á skránni, og í dag hava vit havt lisitatión, sigur Jógvan Arge.

 

Seinastu tíðina hevur dúgliga verið arbeitt í Gamla Reinsarínum við síðuna av Miðlahúsinum, har menn hava fingist við at ísblást viðin. Nú skal so bygningurin innrættast, og tað er hetta, lisitatiónin hevur verið um.

 

- Vit hava fingið inn trý tilboð, so nú verður farið undir at meta um tey. Og um einar 14 dagar ella so vænti eg, at ein sáttmáli kann skrivast. Lægsta tilboðið lá beint undir fimm milliónir, og tað er nakað har á leið at kostnaðarmetingin liggur, sigur Jógvan Arge.

 

Hann hevur eisini vegna kommununa skrivað undir ein sáttmála við P/F við Sjógv um at gera nýggjan kirkjugarð í Kaldbak. Tað er í tí sambandi, at myndin er tikin.

 

-Vit fegnast um, at vit eru komin hartil, at nýggjur kirkjugarður verður gjørdur í Kaldbak. Tað eru nakað nógv ár síðani, málið varð reist. Tí fegnist eg um, at farið verður undir arbeiðið, sigur Jógvan Arge.

 

Og so fyrireikar hann seg til fríggjadagin tá einir 40-60 toftamenn koma til Havnar við sluppini, Westward Ho.

 

- Hon leggur jú at beint undir Müller's Pakkhúsi, og har vilja toftamenninir fegnir sleppa inn. So vit fara at bjóða teimum ein drekkamunn og greiða eitt sindur frá um húsið og plássið, sigur Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.