Jógvan á Lakjuni og Jenis av Rana øtast

Teir eru forfardir av, at Dragshow verður í Norðurlandahúsinum og at Kringvarpið »borðreiddi við einum sjúkligum innslagi um djórasex«

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, og Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, eru forfardir av tí, sum fer fram.

 

Teir eru forfardir av, at Norðurlandahúsið fer at hýsa einum dragshowið beint upp undir ólavsøku, og at Kringvarpið letur gudloysingar sleppa framat mikrofonini, og eisini ”fullkomiliga malplaserað borðreiddi við einum sjúkligum innslagi um djórasex”.

 

Jógvan á Lakjuni spyr í grein í kvøld um tað ikki er skomm skapt í fólki at draga slíka ómentan inn í Norðurlandahúsið?

– Eg stúri fyri tí ávirkan, hetta hevur á tað yngra ættarliðið, og eg má siga í samband við meg sjálvan og politikk, at spurningar um vinstra og høgra, og sjálvstýri og samband, fána, tá ið eg hugsi um slíkt sum hetta, ið er við til at rota samfelagið innanífrá.

- Vit gjalda til hesar stovnar, og vit krevja, at teir vísa moralska ábyrgd og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga, sigur løgtingsformaðurin.

Eisini Jenis av Rana heldur, at tað er dragshow er sjúkligt

 

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum segði við KvF, at sum mentanarhús, hevur Norðurlandahúsi skyldu at sýna fram tað, sum rørir seg á mentanarpallinum í Norðurlondum

 

Hesum er Jenis av Rana ikki samdur í.

 

At stjórin í Norðurlandahúsinum skal halda tað verða sína skyldu at leggja hús til slíkan perversitet, undrar almikið og krevur eina betri frágreiðing enn at kroysta tað inn undir mentan, sigur hann í almennum skrivi í kvøld.

 

Trýst HER og les, hví løgtingsformaðurin heldur, at vit eru farin heilt av teirri moralsku kósini

 

Trýst HER og les, hví Jenis av Rana heldur um, at Norðurlandahúsið skal hýsa einum dragshow