Jógvan á Lakjuni ábyrgd av ovurstóru rokningini

– Landsstýrismálanevndin hevur einki við við kostnaðin av kanningarstjóra at gera. Tað hevur løgtingsformaður!

– Landsstýrismálanevndin hevur einki við við kostnaðin av kanningarstjóra at gera. Tað hevur løgtingsformaður!

 

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann heldur, at onkur man hava lisið illa uppá í útvarpinum í tíðindunum í gjárkvøldið – og hevur vent tí niður, sum vendir upp.

 

Høgni Hoydal vísir á Facebook á, at Sirið Stenberg brádliga skuldi svara upp á kostnaðin av kanningarstjóranum í Skálafjarðartunnilsmálinum, Hans Gammeltoft Hansen – eins og hevði hon ábyrgdina av, at kanningin verður so dýr. Tað heldur Høgni Hoydal vera at rætta bakara fyri smið.

 

– Landsstýrismálanevndin hevur einki við kostnaðin at gera og kann heldur ikki hava tað, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann vísir á, at landsstýrismálanevndin kann bert krevja eina kanning, og tað er løgtingsformaðurin einsamallur, sum setir kanningarstjóra og fremur kanningina.

 

Sirið Stenberg og landsstýrismálanevndin hava sostatt onga ávirkan á ella ábyrgd av, at løgtingsformaðurin fyrst setti ein kanningarstjóra, sum tók seg aftur vegna ógegni. Og síðani valdi hann at fara uttanlands eftir kanningarstjóra, sum gjørdist so nógv dýrari, enn nakar kundi rokna við.

 

Og kanningin er dýr, tí danski kanningarstjórin og hinir advokatarnir kosta 2.000 krónur um tíman. Tað merkir, at hvør tími í dómhúsinum, tá avhoyringar hava verið, kostar um 10.000 krónur.

 

Einki loft er á, hvussu nógvar pengar kanningarstjórin kann brúka. Higartil eru sambært Kringvarpinum brúktar 2,6 milliónir krónur – og málið er langt frá liðugt. Løgtingið hevur biðið um 850.000 krónur afturat til kanningina.