Jørgen trýr upp á Suðuroyartunnilin

– Avgerðin er ikki tikin. Eg fari at leggja málið til politiska støðutakan. Tað ber til at fremja verkætlanina – men tað má vera innan fyri verandi løgukarm, og so verður minni til aðrar verkætlanir

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og samferðslumálum, eftir at frágreiðing frá Landsverki í gjár vísti, at tað fer at kosta 5,4 milliardir krónur at gera Suðuroyartunnilin.

 

Stóri spurningurin í sambandi við málið um Suðuroyartunnilin er, um hendan verkætlanin kann fremjast, um hon verður so dýr, sum Landsverk hevur mett.

 

Tosað hevur verið um at leggja øll tunnilsfeløgini í eitt og sama felag og seta sama gjald fyri at koyra í gjøgnum allar tunlarnar. Um so var, verður mett, at 67 krónur hvønn vegin hevði gjørt, at verkætlanin hongur saman. Ella at vegskatturin hækkaði við 4.500 krónur fyri allar bilar.

 

Men hetta dámar ikki landsstýrismanninum.

 

– Nei, hatta gevur onga meining. Hatta er so ósolidariskt, sum tað kann vera. At tað er solidariskt merkir, at øll skulu gjalda – ikki bara nakrir útvaldir bólkar, og tað er tann hátturin, mær dámar best, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir á, at bummgjald klárar raksturin av tunlinum og nakað afturat.

 

– Landsverk hevur sett raksturin í so høgan, haldi eg. Og tá eg tosið við tunnilsfelagið Eystur- og Sandoyartunlar, so skilji eg, at raksturin er settur alt ov høgt, sigur landsstýrismaðurin, sum er sannfødur um, at tunnilin ikki verður afturgoldin við brúkaragjøldum, tí so verður alt ov dýrt at koyra.

 

Jørgen Niclasen hevur áður sagt, at koyrandi verður til Suðuroyar í 2030. Trýr hann so framvegis upp á tað?

 

Jú, tað ger hann – undir ávísum treytum.

 

– Tað tekur átta ár at gera tunnilin. Og tá hinar kanningarnar hjá Landsverki eru lidnar, einaferð komandi summar, so er málið klárt til politiska støðutakan. Og so er tað upp til politisku skipaninia at gera av. Men hugsar tú um tíð, so ber tað til – um politiska skipanin velur at trýsta á »play«, sigur Jørgen Niclasen.

 

Men hann ger greitt, at við eini politiskari støðutakan fylgir eisini ein ætlan, hvussu vit fáa pengarnar til vega.

 

– Landsverk tosar um eitt gjald upp á 150 kr fyri at koyra hvønn vegin millum Sandoynna og Suðuroynna. So kemur gjaldið fyri Sandoyartunnlin afturat. Tað kann blíva til 450 krónur aftur og fram millum Streymoy og Suðuroyr. Tað er munandi meira enn tær 225 krónurnar, sum tað kostar í dag, og so fer eingin at koyra. Tað ber ikki til, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann sigur, at hetta er ein so mikið stór íløga, at skal hon gerast, so mugu vit øll vera við til at gjalda. Ikki bara nøkur útvald.

 

– Vit hava sett 100 milliónir krónur um árið av á løgukarminum frá 2025. Harafturat kemur raksturin av Smyrli – ella rakstrarhallið av Smyrli, sum er 76 milliónir krónur. Dokking kostar um 30 milliónir triðja hvørt ár, so har eru aðrar 10 milliónir um árið. Haraftur eru eina 7 milliónir til annað, vísir Jørgen Niclasen á, sum harvið staðfestir, at tøkar á henda hátt kunnu vera út við 200 milliónir krónur.

 

– Spurningurin er so, um tað er nóg mikið. Og so er tað, at rentan og áramálið av lánunum er avgerandi, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á, at lánið má hava so langt áramál, sum gjørligt og so lága rentu sum gjørligt. Tað verður avgerandi, heldur hann.

 

Landsverk vísir í frágreðingini á, at um landið tekur lánið heldur enn tunnilsfelagið, so ber til at fáa eina rentu, sum er eitt prosent lægri. Alt hetta skal kannast út í æsir, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann ivast í, um 200 milliónir krónur er nóg mikið, og so verður kansak neyðut, at brúka ein størri part av íløgukarminum, kanska 150 ella 200 milliónir. Men tá karmurin er 500 milliónir, so verður minni til annað, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur fast við, at pengarnir skulu finnast innan fyri karmin.

 

– Hetta er ein spurningur um raðfesting, sum politiska skipanin skal taka støðu til, sigur hann.

 

– Avgerðin er ikki tikin. Eg fari at leggja hetta til politiska støðutakan. Hetta ber til – men innan fyri verandi løgukarm, og so verður minni til annað. Og tær 100 milliónirnar vit hava sett av, tað er ov lítið, sigur Jørgen Niclasen.