- Heldur enn at høsnast við bíligari luktilsi, átti Jørgen Niclasen at víst seg sum ein mann við visjónum Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, fyrrverandi forkvinna í javnstøðunevndini og núverandi varafólk á Løgtingið fyri Sjálvstýrisflokkin.
Tá ið hon tosar um bíligt luktilsi, sipar hon til ætlanina hjá Jørgen Niclasen at strika avgjøld á luktilsi og sápu fyri at eggja føroyingum at keypa hesar vørur í Føroyum,heldur enn uttanlands.
Men nú altjóða kvinnudagur er sunnudagin, heldur Kristianna Winther Poulsen, at Jørgen Niclasen átti heldur at tikið onnur, og meiri týðandi stig.
- Nú kunnu kvinnur í Føroyum hóast alt gleðast um, at vit fáa betri umstøður til at vera vakurt smurdar, og anga væl, sigur hon heldur speiskliga.
Men hon staðfestir samstundis, at tað hevði sømt seg betri hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, at tikið onkur stig, sum veruliga gera mun.
- Síðani apríl 2013 hevur politiska skipanin havt eina heildarætlan um fólkavøkstur og fráflyting. Í hesi ætlan eru 37 ítøkilig átøk eru lýst, sum kunnu setast í verk fyri at venda samfelagsgongdini, so at fleiri fólk, serliga kvinnur, vilja búsetast í Føroyum.'
Kristinna Winther Poulsen vísir á, at í hesum sambandi verður gjørt vart við, at serliga stakir uppihaldarar ofta hava torført við at fóta sær í føroyska samfelagnum, tí at livikostnaðurin er so høgur. Og samstundis verður mælt til at gera ein serligan arbeiðsfrádrátt fyri stakar uppihaldarar.
- Alt ov nógar søgur eru um, at stakar mammur við smærri børnum stinga í sekkin og flyta til Danmarkar, tí at her á landi er eingin møguleiki hjá teimum at breyðføða sær og sínum, sigur hon.
- Og heldur enn at høsnast við bíligari luktilsi, átti fíggjarmálaráðharrin at víst seg sum ein mann við visjónum og tikið verulig stig til at lætta um sperda gerandisdagin hjá mammum og børnum í fátækraváða, leggur hon afturat.
Hon vísir á, at Jørgen Niclasen hevur púra noktað at lækka mvg á at mati. - Ein slík lógarbroyting, har prísurin á breyði, viðskera, mjólk og grønmeti kundi lækkað upp í 25 prosentum, hevði eisini rokkið hagar, tørvurin er størstur, nevniliga til teirra, sum hvønn einasta dag stríðast við at fáa endarnar til at røkka saman.
- Eg veit væl, at ein slík skipan hevði kostað, men við einum vilja til at gera mun fyri øll og ikki bara fyri tey fáu og vælbjargaðu, kann hon setast í verk við at frítaka nakrar gerandisvørur í senn fyri mvg.
- Hjá nógvum kvinnum er neyvan hugsingur um at velja, um tær skulu keypa luktilsi í útlandinum ella í Føroyum. Millum annað tí at munurin á inntøkum hjá kvinnum og monnum er stórur, og eingi tekin eru í sól og mánað um, at hesin munurin minkar, sigur Kristianna Winther Poulsen.
|