- Skal ein føroyskur fólkatingssessur verða fulltíðarstarv, ella er tað betri at verða limur í løgtinginum eisini?
Tað eru tvey av høvuðsvalevnunum til fólkatingsvalið, Jørgen Niclasen og Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er fólkatingsmaður, rúkandi ósamd um.
Teir báðir hittust í teirri fyrstu val-orrustuni upp undir fólkatingsvali og tað var í Perluni í Havn í gjárkvøldið. Fitt av fólkið var og lurtaði eftir kjakinum, sum eisini varð sent beinleiðis á Rás2.
Teir báðir brúktu nógva tíð at kjakast, fyri ikki at siga, munnhøggast um, hvønn leiklut Sjúrður Skaale hevði havt í makrelstríðnum og í avgerðini hjá ES at boykotta Føroyar.
Men teir brúktu eisini eitt sindur av tíð upp á at kjakast um, hvussu ein føroyskur fólkatingssessur verður best røktur.
Sjúrður Skaale tvíheldur um, at tað er bara ein møguleiki at røkja ein fólkatingssess til fulnar, og tað er at gera fólkatingsarbeiðið til eit fulltíðarstarv.
Jørgen Niclasen er rúkandi ósamdur, tí hann heldur, at tað er altavgerandi at fólkatingslimurin eisini er løgtingslimur fyri at kunna hava fingurin á pulsinum við, hvat hendir á politiska vígvøllinum í Føroyum.
- Jørgen Niclasen roynir at blæsa við fullum munni av mjøli, heldur Sjúrður Skaale.
Hann vísir á, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í kommunumálum, ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at borgarstjórar skulu ikki kunna hava sæti á tingið eisini.
- Tað merkir, at Fólkaflokkurin heldur ikki, at ein borgarstjóri á Sandi, ella í Runavík, kann vera løgtingsmaður eisini, tí tað ber ikki til at røkja bæði størvini. Men tað er best, at ein fólkatingsmaður í Keypmannahavn er løgtingsmaður eisini. Tað hongur ikki saman, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at skal fólkatingsessurin røkjast til fulnar, er neyðugt at vera til staðar, at møta á fundum, og at byggja upp samband við politikarar, og at røkja tey.
- Tað letur seg ikki gera úr Føroyum, tí má vera tøkur at møta upp, har tað krevst, sigur valevnið fyri Javnaðarflokkin
Hann sigur, at eitt er at royna at reka 30.000 føroyingar á val og biðja teir um at velja seg. Men verður tú so valdur, men ikki vil røkja starvið fulla tíð, er tað at halda um veljaran fyri gjøldur, leggur hann afturat.
Jørgen Niclasen er ósamdur. Hann sigur at tann, sum er fólkatingsmaður burtur av, missur følingina við, hvat fer fram í Føroyum.
Og hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning at ein fólkatingsmaður er væl kunnaður um, hvat fyriferst her heima.
So hann leggur dent á, at verður hann valdur á Fólkating, og seinni í ár eisini á løgting, fer hann ikki at siga løgtingssessin frá sær.
Hann fer at biðja um farloyvi frá løgtinginum, tá ið tað krevst, men hann fer ikki at frásiga sær møguleikan at møta á Løgtingi tí tað er besti mátin at kunna seg um, hvat fyriferst her heima.
- Tað er vandamikið, bara at ganga á teimum bonaðu gólvunum í Keypmannahavn, og ikki vita, hvat rørist her heima, sigur Jørgen Niclasen.
Tað er avgerðandi, at ein føroyskur fólkatingsmaður hevur tætt samband við politiska myndugleikan í Føroyum, og tí er tað skeivt at ”skrykkja fólk úr Føroyum” og seta tey á Fólkating, heldur Jørgen Niclasen.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá valfundinum í gjárkvøldið.