Jørgen Niclasen fekk einki ítøkiligt svar

Skal Hvalbiartunnilin, útsetast, ella er tað Landssjúkrahúsið, sum ikki skal útbyggjast?

 

Hvussu ætlar landsstýrið at bera seg at fyri at fá roknistykkið at ganga upp, nú ein íløga upp á 215 milliónir til eitt nýtt havrannsóknarskip, brádliga er komin afturat á langtíðar íløguætlanina.

 

Tað vildi Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá samgonguni, ella serliga frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

 

Hann sigur, at landsstýrið hevur lagt ein langtíðarætlan, men nú er brádliga ein íløga upp á 215 milliónir krónur til nýtt havrannsóknarskip, komin afturat, umframt ein íløga upp nakrar milliónir til at byggja kringvarpshúsið út, og eisini nakrar milliónir til at leingja atløgubryggjuna á Krambatanga, fyri. Og samstundis hevur samgongan sett sær fyri, at avlop skal vera á fíggjarlógini næsta ár

 

- Skal langtíðarætlanin halda, verður neyðugt at strika, ella útseta, onkrar aðrar ætlanir. Er tað Hvabliartunnilin, sum skal útsetast? Næstu árini skal Landsjúkrahúsið byggjast út fyri 350 milliónur, er tað hetta, sum skal bíða. Ella er tað stovnurin fyri heilaskadd, sambýli til fólk við sálarsjúku og ella sambýli til fólk við menningartarni, ella eru tað innkoyringarvegirnir til Havnar, sum skal útsetast, spurdi Jørgen Niclasen.

 

- Samtykkja vit at gera havrannsóknarskip, samtykkja vit samstundis, at aðrar íløgur skulu bíða, leggur hann afturat.

 

Samstundis hava tinglimir ført fram, at nú eru tíðirnar so góðar, at almennu íløgurnar skulu avmarkast fyri ikki at kynda alt ov hart upp undir búskapin.

 

Men, sum støðan er nú, fara havrannsóknarskipið, og Marknagilsdepilin næstan avstað við øllum íløgunum.

 

Tí eru Jørgen Niclasen, og aðrar tinglimir í andstøðuni, forvitnir eftir at vita, hvussu samgongan ætlar at fáa alt at ganga upp, samstundis sum Tjóðleikhús, tunlar Norður um Fjall, Hvalbiartunnil, og annað, skulu gerast hesi næstu árini.

 

Men Jørgen Niclasen, fekk annars einki ítøkiligt svar.

 

Bjørt Samuelsen heldur, at tað er eisini skilagott, at tað almenna lagar sínar íløgur eftir, hvussu tíðirnar eru, fyri at kunna stimbra búskapin í vánaligum tíðum við at gera stórar íløgur, og við at minka íløgurnar í góðum tíðum, fyri ikki at avlaga búskapin. Og tær íløgur, sum skulu gerast, verða eisini gjørdar.

 

Eisini Annita á Fríðriksmørk heldur, at tað besta fyri samfelagið er at drýggja tær stóru íløgurnar, alt eftir, hvat búskapurin tolir, So at alt ikki verður bygt ísenn.

 

Nú er samgongan um, at gera Marknagilsdepilin lidnan, og so verður farið undir at byggja Landssjúkrahúsið, út. Men beint eftir ársskiftið fer samgongan at leggja eina langtíðarætlan fyri Løgtingið fyri árini fyri 2017 og tey næstu árini.