Joe Biden vil síggja Svøríki í Nato

Bæði USA og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hava sagt seg hava eina vón um, at Svøríki fær grønt ljós um limaskap fyri Nato-toppfundin í Vilnius í næstu viku.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, er á vitjan í Hvítu Húsunum, har hann skal umrøða svensku Nato-umsóknina við amerikanska forsetan, Joe Biden.

 

Tá Joe Biden tók ímóti Ulf Kristersson í dag, segði hann, at USA av fullum huga stuðlar svenskum limaskapi í hernaðarsamgonguni.

 

Amerikanski forsetin segði eisini, at hann við spenningi sær fram til, at svenska umsóknin verður góðkend.

 

Turkaland og Ungarn eru einastu Nato-limalond, sum hava sett seg upp ímóti, at Svøríki fær limaskap. Øll londini skulu vera samd fyri, at Nato kann taka nýggj limalond upp.

 

Bæði USA og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hava sagt seg hava eina vón um, at Svøríki fær grønt ljós fyri Nato-toppfundin í Vilnius í næstu viku.

 

Men, so seint, sum í hesi vikuni endurtók turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at hann framvegis ikki kann góðtaka Svøríki sum nýtt limaland í verjusamgonguni.

 

Tankar hava eitt nú verið frammi um, hvørt ein møgulig søla av amerikanskum F-16 stríðsflogførum til Turkalands hevði fingið forseta landsins at boygt seg fyri svenskum limaskapi.

 

Í dag viðgekk turkiski forsetin yvirfyri forsætisráðharranum í Niðurlondum, at Svøríki hevur tikið stig rætta vegin, tí landið eitt nú hevur sett í verk eina anti-yvirgangslóg.

 

Recep Tayyip Erdogan hevur annars lagt Svøríki undir at hýsa limum í yvirgangsbólkum, og í hesum sambandi hevur eitt nú kurdiski felagsskapurin PKK verið nógv frammi.

 

Turkaland metir PKK sum ein yvirgangsfelagsskap.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.

 

 

 

 

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, er í dag komin á vitjan í Hvítu Húsunum, har hann skal umrøða svensku Nato-umsóknina við amerikanska forsetan, Joe Biden.