Joe Biden vil aftur í Hvíta Húsið - hesa ferð sum forseti

Fyrrverandi varðaforsetin bjóðar Donald Trump av

 

Fyrrverandi varðaforsetin í USA, Joe Biden, ætlar sær at koppa núverandi amerikanska forsetan, Donald Trump. Biden hevur í dag kunngjørt, at hann fer at stilla upp fyri demokratarnar og ætlar sær at vera næsti forsetin í USA.

- Um vit geva Donald Trump átta ár í Hvíta Húsinum, fer hann fundamentalt at broyta karakterin av hesari tjóðini fyri altíð. Alt tað, sum hevur gjørt Amerika til Amerika, er uppá spæl, sigur Joe Biden í einum videobroti, har hann kunnger tíðindini. Tú kanst síggja videobrotið niðan fyri.

##med2##

Joe Biden er 76 ára gamal og royndur politikari. Hann var varðaforseti hjá Barack Obama frá 2009 til 2017 og var sera væl dámdur. Teir báðir høvdu og hava eitt tætt vinarband og gott samstarv. Tað hevur leingi verið talan um, at hann er eitt møguligt valevnið, sum kann koppa Donald Trump.