Joe Biden váttar: Stillar upp til næsta forsetaval

Forsetin í USA váttar, at hann er til reiðar til enn eitt skeið í Hvítu Húsunum

Stefani Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix

Joe Biden, forseti, stillar upp sum forsetavalevni fyri Demokratiska flokkin til næsta forsetaval í USA í 2024.

Hesum boðar hann frá í eini kampanjuvideo sambært Reuters.

Biden hevur fyrr í apríl sagt, at ætlan hansara er at stilla upp til komandi val.

Men tað er ikki fyrr enn nú, at hann formliga hevur váttað, at hann stillar upp.

Kampanjuvideoin er almannakunnjgørd á Twitter-profilinum hjá foresetanum.

– Hvørt ættarlið upplivir eina tíð, har tað er noytt at verja fólkaræðið. Verja grundleggjandi frælsisrættindi síni. Eg trúgvi uppá, at hetta er okkara tíð.

– Tí vil eg fegin endurveljast sum forseti fyri Sameindu statirnar, skrivar Joe Biden í einum boðum, sum eru saman við videoupptøkuni.

Joe Biden vann á sitandi forseta, Donald Trump, á seinasta forsetavali í 2020.

 

##med2##

Hetta er fyrra embætisskeið hjá Joe Biden sum forseta í USA. Amerikanski forsetar kunnu bara sita í tvey skeið.

Joe Biden er við sínum 80 árum tann elsti forsetin, sum hevur leitt USA. Um amerikanskir veljarar tryggja honum fýra ár afturat í Hvítu Húsunum, verður hann 82 ár, tá næsta embætisskeiðið byrjar, og hann verður 86, tá tað endar.

/ritzau/

 

 

Stefani Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix