Tað varð rokað við, at Biden for at vinna undanvalið trygt.
Hann hevur í flokkinum bara tveir avbjóðarar, Dean Phillips, sum er limur í Umboðsmannatinginum fyri statin Minnesota, og rithøvundan Marianne Williamson.
Ein sitandi forseti er í nýggjari valsøgu ongantíð frávaldur sum forsetavalevni í USA.
Biden hevur sambært AP skrúvað upp fyri fokus á South Carolina, sum hevur nógvar svartar veljarar.
/ritzau/Reuters










