Joe Biden hevur kosið Kamalu Harris

Skjótt 78 ára gamli Biden hevur valt 55 ára gomlu Kamalu Harris at vera varaforsetavalevni

Hon hevur verið roknað sum ein av favorittunum, og nú er tað avgjørt. 55 ára gamla Kamala Harris verður varaforsetavalevni hjá demokratiska forsetavalevninum Joe Biden. Hon er fyrsta svarta kvinnan, sum er varaforsetavalevni.

Kamala Harris er annar av senatorunum, sum umboða Kalifornia í Senatinum. Hon bjóðaði seg fram at vera forsetavalevni og var sera atfinningarsom ímóti Joe Biden, men síðani hon tók seg aftur, hevur hon stuðlað Joe Biden.

Kamala Harris var vinkona við Beau, elsta son Joe Biden, sum í 2015 doyði av krabbameini.

Um tað eydnast Joe Biden at vinna valið í november ímóti Donald Trump, so verður hann elsti forsetin nakrantíð í USA.

At hann er so mikið gamal ber við sær, at tað hevur verið serliga stórur áhugi fyri, hvønn hann fór at velja at vera varaforsetavalevni. Um Joe Biden verður valdur í heyst og endurvaldur um fýra ár, so verður hann 86 ár, tá ið hann í 2028 fer frá.

Hesin veruleikin ger, at tað verður roknað við, at varaforsetin fer at hava størri leiklut, enn varaforsetar vanliga hava, um Joe Biden verður forseti og Kamala Harris varaforseti.

Forsetavalið í USA verður týsdagin 3. november.