Joe & the Shitboys: – Hetta er sjúkt

Joe & the Shitboys eru ársins bólkur

 

Joe & the Shitboys hava júst fingið FMA-heiðurin sum Ársins bólkur 2019 í popp/rokk-bólkinum. 

Eingin ivi er um, at Joe & the Shitboys eru millum mest lovandi tónleikanøvnini í Føroyum í løtuni, og nú hava teir so eisini fingið viðurkenning frá FMA.

– Hetta er sjúkt, søgdu teir, tá teir tóku ímóti virðislønini í Norðurlandahúsinum beint í áðni.

– Tað er hent so super nógv. Vit fóru til Íslands, og tey røttu fólkini vóru har, søgdu teir og takkaði nøkrum av fólkunum, sum teir møttu har.

Joe & the Shitboys umtala seg sjálvar sum biseksuellar veganarar, og teir eru kendir fyri sínar provokerandi og originalu tekstir og sangir við nógvum plúmm í.

Í fjør framførdu teir til FMA 2019, og hetta var nokk tann framførslan, sum bleiv best umtókt til FMA í fjør. Til ber at síggja á videobrotinum niðan fyri, tá teir framførdu lagið “Drugs are for kids”.

##med2##