Hósdagin verður starvsstevnan Jobmatch 2011 hildin í Havn, har 21 fyritøkur og stovnar eru til reiðar at tosa við tey lesandi.
Millum tey ið aftur hava valt at luttaka á starvsstevnuni er Umhvørvisstovan. At tey luttaka her, er av eini ávísari orsøk.
- Vit vilja fegin vísa okkara arbeiðspláss fram, og vit vilja eisini verða sjónlig mótvegis teim lesandi og teimum, ið nýliga hava fingið eina útbúgving, sigur Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni
Umhvørvisstovan luttekur á øðrum sinni á Jobmatch, ið er eitt gott høvi at greiða frá virkisøkjunum hjá stovninum. Fakliga ábyrgdarøkið á Umhvørvisstovuni fevnir breitt, og sæst hetta eisini aftur í breiðu fakligu førleikunum hjá starvsfólkunum, ið tilsamans hava fleiri enn 15 ymiskar útbúgvingar.
Jobmatch 2011 verður í Østrøms fabrikk, á Skálatrøð hósdagin, 29. desember. Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, útisetar og lesandi føroyingar.