Jobin gjørdist søguligur í dag

Miðvallarin hevur rokkið einum dystartali í bestu deildini, sum eingin annar AB-ari hevur rokkið

Í dag skrivaði miðvallarin hjá AB, Jobin Drangastein søgu.

 

Jobin er fyrsta spælari hjá AB, sum nær at spæla dyst nummar 100 í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

 

Tó gjørdi AB ongan háva burturúr hesum áðrenn alt avgerandi dystin ímóti FC Suðuroy, sum argjamenn vunnu 2-1 við bit og slit. Jobin var heiðraður aftaná dysturin og sigurin var komin í hús. Á Argjum vildi tey ikki hava nakað annað fokus enn sjálvan dystin undan dystarbyrjan. 

 

AB er enn ungt lið í bestu føroysku fótbóltsdeildini, men megnað teir at halda sær í deildini hetta kappingarárið, so fara aðrir spælarar at røkkað 100 dystum fyri AB í bestu fótbóltsdeildini skjótt.