Jóansøka verður næsta vikuskiftið

Signar í Homrum og Rox fara at spæla live umborð á Smyril á ferðini úr Havn til Suðuroyar fríggjakvøldið.

Tað verður borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, sum fer at seta jóansøku á Tvøroyri fríggjakvøldið 26. juni klokkan 19. Fríggjadagin verða annars øll tey vanligu tiltøkini tikin uppaftur frá hósdegnum, eitt nú upplating av matstøðum, skeinkistøðum og ymiskum listaframsýningum.

 

Tá Smyril fer úr Havn til Suðuroyar klokkan 18.30 fara Signar í Homrum og Rox at framføra live umborð á veg suður.

 

Klokkan 18.30 fríggjakvøldið fara ítróttarfólk at savnast í nýggja skúlagarði til skrúðgongu, og her verða ítróttarfeløgini á Tvøroyri við. Gingið verður inn á parkeringsplássið hjá N.J. Mortensen, har Kristin Michelsen, borgarstjóri, fer at halda setanarrøðu.

 

Tá setanarrøðan er hildin, og hornorkestrið er liðugt at spæla, verður klokkan 19.30 pisufundur á sama staði, har setanarrøðan varð hildin.

 

Kirkjuhugni verður eisini í Tvøroyrar kirkju fríggjakvøldið, og her verður eisini sangløta við Hallelujah Sofusi, Lív Næs og Tróndi Enni. Stuttar bønir verða lisnar, og eftir tað heldur sangløtan fram. Seinni um kvøldið verður eisini aftankvirra í kirkjuni.

 

Sum fríggjakvøldið gongur, verður dansur í Tvøroyrar Klubba við Signari í Homrum, og eisini verður DJ Galoe á pallinum.

 

- Hetta verður fyrsta dansitiltak í stóra sali, síðan salurin varð bygdur um til biograf, siga fyrireikararnir av jóansøku á Tvøroyri.