Joanita skarar framúr í LIVE

Joanita Zachariassen, sum er gift við einum føroyingi, kom aftur í kvøld víðari í sangkappingini á DR1

Joanita Zachariassen er ein av luttakarunum í LIVE, sum er nýggja sangkappingin á DR1. Tað sær út til, at hon er sera væl dámd av áskoðarunum, tí aftur í kvøld slapp hon beinleiðis víðari til næsta umfar í kappingini, sum hevur verið í gongd síðan 31. august. 

 

Joanita Zachariassen er gift við føroyska Daniel Zachariassen úr Gøtu. Í Føroyum hava vit hoyrt tónleikin hjá henni fleiri ferðir, m.a. hevði hon konsertir í Reinsarínum, Tøting og Maggies í fjør, og í mai í ár framførdi hon í SMS. Áðrenn tað hevur hon dúgliga verið spæld í útvarpinum. 

 

- Tú leverar hvørja ferð, og eg eri so trygg, tá tú fert á pallin, segði Sanne Salomonsen, dómari í LIVE, í kvøld um framførsluna hjá Joanitu Zachariassen.

 

Joanita Zachariassen er fødd í Uganda, og hetta hoyrist eisini aftur í tónleiki hennara og ikki minst í framførslunum hjá henni í LIVE, sum eru eyðkendar av lívligum afrikanskum rútmum.

 

Nú DR ikki sendir X Factor longur, satsa tey uppá nýggju sangkappingina, LIVE, sum fokuserar meira uppá kvalitetstónleik og framførslur, enn X Factor gjørdi. Her eru hyggjararnir eisini størri partur av sendingini og sleppa at geva øllum luttakarunum stig fyri hvørja einstaku framførlsu.

 

Næsta fríggjakvøld skal Joanita Zachariassen aftur á pallin, tá sætta umfar í LIVE fer í luftina.