Føroyskir súkklarar eru um vikuskiftið í Íslandi, har teir eru við í Landskeppnin 2013, og í fyrstu kappingini í kvøld, fríggjakvøldið, sum var býarkoyring á Hafnarfirði, eydnaðist Jóanis Albert Nielsen at enda ovast á sigurspallinum.
Súkklast skuldu 30 umfør ella tilsamans 30 kilometrar, og har slapp Jóanis Albert avstað í einum útbroti eftir tíggju umfør saman við Árna Már Jónsson, sum fleiri ferðir hevur kappast í súkklukappingini kring Føroyar.
Teir báðir megnaðu at halda seg framman fyri restina, líka til teir komu á mál, men avgerðin fall hálvavegna, tá sjey umfør vóru eftir, tí tá fór Jóanis Albert eitt fitt petti fram um Árna Már og megnaðiat halda fast.
Torkil Veyhe, sum stóð seg sera væl á Oyggjaleikunum við tveimum silvurmerkjum, var av mongum sæddur sum favorittur, og eitt nú ansaði fleirfaldi Kring Føroyar-vinnarin, Hafsteinn Ægir Geirsson, mestsum bara eftir at vera í nánd av Torkili.
Samanumtikið gekst væl hjá føroysku súkklarunum, og eisini teir báðir royndastu, Gunnar Dahl-Olsen og Bogi Kristiansen, fingu víst, at knotur eru í teimum, so líkt er til eina spennandi kapping restina av vikuskiftinum.
Í morgin klokkan 11, føroyska tíð, verður súkklaður ein 68 kilometra langur teinur, sum gongur frá Tingvøllum til Grímsnes og so somu leið heimaftur til Tingvøllir.









