Heimasíðan hjá Vejle BK boðar í dag frá, at føroyski landsliðsáleyparin Jóan Símun Edmundsson royndarvenur við týska Arminia Bielefeld, sum spælir í næstbestu deildini.
Talan er um eina royndarvenjing við tí fyri eyga, at selja 24 ára gamla toftamannin, sum hevur sáttmála í eitt ár afturat við Vejle.
Jóan Símun hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hann ynskir at spæla á hægri stigi enn í næstbestu deildini í Danmark. Arminia Bielefeld liggur í løtuni á 12. plássi í 2. Bundesliguni.