Fyrr í kvøld var tað staðfest, at Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock vunnu í fyrsta kappingardystinum í bestu pólsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Eldri beiggin, Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri vildu ikki vera aftanfyri.
KA vann á heimavølli á Greifavøllinum ein sera týdningarmiklan 2-0 sigur á Akranesi.
Jóan Símun legði KA á odda í 16. minutti, tá hann skoraði úr stuttari fjarstøðu. Heilt móti dystarenda staðfesti Hallgrímur Mar Steingrímsson sigurin hjá KA. Jóan Símun hevði sambært Morgunblaðnum onkran annan góðan málmøguleika.
KA er triðaftast í deildini við 18 stigum, men tað er sera tætt millum liðini. Vestri á sætta plássinum og Afturelding á sjeynda plássinum hava 19 stig. Síðani koma FH, ÍBV og KA, øll við 18 stigum. KR er næstaftast við 16 stigum, og Akranes er aftast við 15 stigum.