Jóan Símun javnleik ímóti Solskjær

Jóan Símun Edmundsson spældi við Viking Stavanger seinasta partin av dystinum ímóti Molde

Viking Stavanger, sum hevur toftamannin Jóan Símun Edmundsson í hópinum, megnaði í dag 1-1 á útivølli ímóti Molde, har fyrrverandi Manchester United álopsessið, Ole Gunnar Solskjær, er venjari.

 

Heimaliðið var leikliga greitt omaná, og Molde spældi seg til eina røð av møguleikum, men kortini megnaði Viking Stavanger at fara til hús við einum stigi. Viking legði seg á odda, tá ið ein hálvur tími var farin, og átta minuttir undan leikloki javnaði Molde.

 

Jóan Símun Edmundsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Viking Stavanger, men hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu átjan minuttir.

 

Viking hevur nú frí inntil á ólavsøku, og Jóan Símun Edmundsson kemur nú heim at halda frí í nakrar dagar.

 

Eftir sekstan umfør er Molde á 10. plássi við 18 stigum, og Viking er á fjórða plássi við 26 stigum.