Jóan Símun: Hetta er fantastiskt

Meðan landsliðsframherjin fegnaðist, so harmaðist høvuðsvenjarin hjá Víkingi, sum helt seg eiga brotsspark

Nýggi framherjin hjá AB, Jóan Símun Edmundson spardi ikki uppá lýsingarorðini aftaná 2-0 sigurin hjá AB á Víkingi í Sarpugerði: - Hetta er fantastiskt, segði toftamaðurin við Hilmar Jan Hansen hjá Miðlahúsinum.

 

Høvuðsvenjarin hjá Víkingi var alt annað enn nøgdur. Sigfríður S. Clementsen var ikki í iva um, at Víkingur átti ein brotssparksdóm, sum teir ikki fingu við sær. Hann heldur kortini, at sæð í ljósinum av, at Víkingur spældi hálvanannan hálvleik við 10 monnum, so gjørdu hansara menn hvat teir kundu.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við Jóan Símun Edmundson og Sigfríða S. Clementsen aftaná dystin millum Víking og AB. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen, tá bæði málini hjá AB komu í dystinum.