Allir teir føroysku landsliðsleikararnir á liðnum hjá Vejle, spældu í dag ein leiklut, tá Vejle vann venjingardyst móti Sønderjyske. Upprunaliga var dysturin skrásettur sum eykaliðsdystur millum Vejle og Sønderjyske, nú besta danska deildin er byrjað. Men Vejle valdi at brúka dystin í dag, við at stilla við sínum sterkasta liði móti eykaliðnum hjá Sønderjyske.
Í byrjunaruppstillingini hjá Vejle í dag vóru tveir føroyskir landsliðsleikarar. Viljormur Davidsen byrjaði á vinstra bakki, meðan Jóan Símun Edmundsson byrjaði sum fremsti maður. Í hálvleikinum kom triði føroyingurin, Sonni Ragnar Nattestad, á vøllin.
Vejle vann dystin móti Sønderjyske 2-0. Og enn einaferð gjørdi Jóan Símun Edmundsson um seg á liðnum hjá Vejle. Jóan Símun legði Vejle á odda, tá 7 minuttir vóru leiktir.
Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson vóru á vøllinum allar 90 minuttirnar fyri Vejle, meðan Sonni Ragnar Nattestad spældi seinna hálvleik.
Næstbesta deildin í Danmark fer av bakkastokki um gott og væl tvær vikur. Í fyrstu royndini skal Vejle spæla á útivølli móti Brønshøj.