Jóan Símun fer ikki til Týsklands

Men ítróttarstjórin hjá Vejle sigur, at áhugi er frá fleiri øðrum feløgum

Jóan Símun Edmundsson, sum fyri tveimum vikum síðani var og royndarvandi við týska felagnum, Arminia Bielefeld, skiftir ikki til týska felagið á hesum sinni. Tað boðar ítróttarstjórin hjá Vejle, Steen Thychosen, frá í kvøld.

 

Ítróttarstjórin boðaði samstundis eisini frá fyri einari viku síðani, at um týska felagið ynskti at fáa fatur á føroyska landsliðsleikaranum, mátti týska felagið keypa hann leysan úr Vejle.

 

Við donsku fótbóltsheimasíðuna greiðir Steen Thychosen frá, at Jóan Símun Edmundsson ikki kemur at skifta til Arminia Bielefeld á hesum sinni.

 

-       Av tí at vit ikki hoyrt aftur frá Bielefeld hesa seinastu vikuna, kann man gott siga, at teir ikki koma at keypa hann leysan frá okkum.

 

Hann útihýsir tó ikki at føroyski landsliðsleikarin kann verða seldur, tí sambært ítróttarstjóranum er áhugi frá fleiri feløgum.

 

-       Fyri at siga tað soleiðis; tað er altíð áhugi fyri einum so góðum leikara sum Jóan Símun, og tí útihýsi eg ikki, at hann kann verða seldur.

 

Men fyribils verður tað altso fyri Vejle BK at føroyski landsliðsleikarin fer at tørna út fyri komandi hálva árið.