Jóan Símun fekk loksins nakað av spælitíð aftur

Jóan Símun Edmundsson slapp á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Waasland-Beveren vann á Standard Liege

Tað hevur verið ógvuliga smátt við spælitíð hjá Jóan Símuni Edmundssyni undanfarnu tríggjar dystirnar í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini.

 

Men í dag bragdaði nakað. Jóan Símun slapp á vøllin tá seinni hálvleikur var hálvrunnin í heimadystinum móti U23-liðnum hjá Standard Liege, ið er eitt av trimum eykaliðum hjá størri feløgum, ið hava lið í næstbestu deildini.

 

Tá Jóan Símun kom á vøllin var støðan 1-1.  Kevin Hoggas skoraði sigursmálið fyri Waasland-Beveren tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Waasland-Beveren er triðfremst í deildini við átta stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Lierse sum hevur 12 stig.

 

Komandi leygardag spælir Waasland Beveren á útivølli móti U23-liðnum hjá stórliðnum, Club Brügge.