TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Jóan Símun Edmundsson á Rás2 í Mixed Zone økinum, aftaná dystin millum Ungarn og Føroyar.
Í samrøðuni greiðir hann frá væl spælda málinum, har hann gav Róaldi Jakobsen eina góða sending, sum Róaldur gagnnýtti til fulnar.
Jóan Símun ergrar seg um enn eitt smalt tap, har ein skeiv dómaraavgerð koppaði skeiva vegin, men hann heldur menn stríddist og góvu alt teir áttu.
Persónliga kennir Jóan Símun seg væl, og heldur, at hann hevur eitt høgt støðið í løtuni.