Joachim giftist uppaftur

Leygardagin verður stórt brúdleyp í kongaríkinum. Tað er danski Joachim prinsur, sum giftist við fronsku Marie Cavallier.

Vígslan verður í Møgeltønder kirkju, og sjónvarpið hjá Danmarks Radio fer at gera nógv burtur úr degnum. Eisini føroyska sjónvarpið fer at samsenda við DR, og tað verður gjørt frá kl. 11.00 fyrrapartin. Sjálv vígslan verður klokkan 17.00.