Jimmy Kastrup nýggjur venjari í Køge

Venjarin hjá 2. liði í Køge, Jimmy Kastrup, tekur við har Henrik Larsen slepti.

15. juli verður tørnað til aftur eftir summarsteðgin, og tá verður tað við nýggjum venjara. – Vit hava tosað saman seinastu vikuna, og tosaðu nógv saman í gjár. Vit hava eina ætlan um, hvussu tingini skulu gerast, og hava eisini nakrar hjálparvenjarar í kikaranum, og sum vit fara at seta okkum í samband við, sigur stjórin í Køge, Jørn Rasmussen við bold.dk. 41 ára gamli Jimmy Kastrup spældi fótbólt við Køge frá 1985 til 2003, tá hann gavst.