Ódnin Jimena er nú tætt við meksikonsku kyrrahavsstrondina, og myndugleikarnir bera ótta fyri stórum oyðileggingum. Jimena er viknað eitt sindur síðani í gjár, men veðurmenninir siga, at hon kann menna seg aftur, áðrenn hon fer inn yvir land.
Fleiri túsund fólk eru flutt burtur frá strondini, og onnur eru farin í skúlar og aðrar bygningar at bíða.
Vindferðin í ódnini hevur ligið upp ímóti 200 kilometrum um tíman, og harafturat vænta veðurmenninir nógv regn, sum uttan iva fer at hava vatnflóð við sær ymsastaðni, skrivar AP.










