Tað er rættilig gongd komin á sølu og keyp av fiskiloyvum og tað er alt sum talar fyri, at tann sum sterkastur er kemur at fáa best burturúr. Almenna felagið JFK Trol í Klaksvík sum rekur nakrar flaka- og fystitrolarar og Kósavirkið hevur umframt tvey rækjuloyvir eisini keypt sær svartkjaftaloyvið eftir »Prestland«. Herfyri fór »Prestland« aftur til Íslands, haðani hann var komin fyri nøkrum árum síðani, men svartkjaftaloyvið lá eftir í landinum og er nú endað í Klaksvík. Hvussu nógv JFK Trol hevur keypt hetta svartkjaftaloyvi fyri, er ilt at siga, men tá ið sama felag keypti rækjuloyvið hjá »Palla hjá Marionnu« var kostnaðurin um 5 mió. krónur.
Tað eru fleiri vinnulívsmenn sum eru ótryggir við gongdina sum hon háttar seg nú. Ein vinnulívsmaður sum blaðið hevur tosað við og sum ynskir at vera ónevndur, vísur á, hvussu tað var herfyri, tá ið JFK Trol keypti rækjutrolaran »Gilstón«, sum nú er vorðin til »Sjúðrarberg« og sum fiskar av kvotuni hjá flakatrolarunum eystanfyri. Vandin var tá stórur fyri, at kvotan fór ikki at verða brúkt eystanfyri og tí mátti hesin trolarin við rækjuloyvi hjálpa til.
Bakbit
Samstundis sum hetta varð gjørt, kom tað at bíta aftur í halan viðvíkjandi rækjudøgunum við Flemmish Kap, tí nú verður hetta loyvi ikki brúkt á røttum stað. Umframt at »Gilstón« er farin úr flotanum, so er eisini viðvíkjandi rækjuloyvinum hjá »Palla hjá Marionnu«, tað vil siga, at tvey rækjuloyvi eru farin burt uttan at nakað skip er komið ístaðin fyri. Úrslitið er so, at fiskidagarnir við Flemmish Kap verða ikki brúktir, vísir vinnulívsmaðurin á.
Sami vinnulívsmaður spyr so, hvat verður nú, talan er um eina munandi skerjing í fiskiskapinum eystanfyri? Tað verður ein gremjan og eymkan hjá hesum reiðarum, tá ið flakatrolararnir ikki fáa nokk.
»Universal loyvi«
Ein annar spurningur, sum eisini má takast upp sambært hesum vinnulívsmanni, er hvussu hesi fiskiloyvini hanga saman. Hann vísir í hesum sambandi á fiskiloyvi hjá »Prestland«, sum vísir seg at vera eitt »universal loyvi« sum hann málber seg. Ein partur av fiskiloyvinum er farin til JFK Trol í Klaksvík sum svartkjafta- og gulllaksaloyvi, og ein annar partur er farin til »Krúnuna« sum silda- og makrelloyvi. »Krúnan« kom inn í flotan fyri »Neshamar« sum var ídnaðarskip, og hvussu »Prestland« er komin inn í flotan urrpunaliga, hevði hesin vinnulívsmaðurin fegin viljað fingið at vita.
Blaðið royndi at fáa eina viðmerking frá fiskimálaráðharranum um hesi viðurskifti og mong onnur viðurskifti eisini, men Jørgen Niclasen sigur, at hann úttalar seg ikki um einstøk mál.
Spurningurin er so, um hetta við svartkjaftinum er eitt einstakt mál, tá ið fiskast skal av eini heildarkvotu sum svartkjaftakvotan er.