JFK spreiðir seg víða

JFK er móðirfelag hjá einari breiðari viftu av undirfeløgum og skipum.

JFK er móðirfelag hjá einari breiðari viftu av undirfeløgum og skipum.

 

JFK er sjávlandi við á evnisdegnum í Klaksvík í dag.  Og har kom fram, at felagið er virkið í Grønlandi við trimum virkjum og trimum skipum.

 

Sagt var, at JFK er væl dámt í Grønlandi, tí teir skapa ikki bert arbeiði til fólk á sjónum, men eisini á landi.

 

Samlað hevur JFK samtakið 780 starvsfólk, sum bæði umfatar starvsfólk í Føroyum og Grønlandi.

 

Komið var eisini inn á tilfeingisgjald.

 

Fyrimunir og vansar innan útlendskan kapital í føroyska fiskivinnu eiga at verða kanna, tí flestu sólskinssøgur seinastu tíðina innan føroyska fiskivinnu, stavar frá útlendskum kapitali, var sagt.