JFK eigur í einum felagi, sum hevur keypt trý fiskavirkir í Suður- og Eysturgrønlandi. Felagið, sum eitur Arctic Prime Fishries, hevur JFK stovnað saman við einum grønlendingi, og felagið hevur nú keypt trý fiskavirkir frá fyritøkuni Arctic Green Food.
Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur við Dimmalætting, at tey hava gjørt ein góðan handil, og at virkini hava góðar møguleikar, um toskurin kemur aftur undir Grønlandi.
Royal Greenland hevur keypt 10 onnur fiskavirkir frá Arctic Green Food. Sambært grønlendska útvarpinum fekk Royal Greenland tilboð um at keypa hini virkini eisini, men tók ikki av, tí felagið væntaði ikki, at tey fóru at bera seg - ikki fyribils í hvussu er.