Jesper Olsen fekk heilabløðing

Jesper Olsen, sum var ein av spælarunum á tiltikna dynamit-liðnum hjá dønum í 80unum, var í vikuni lagdur inn á sjúkrahús í Melbourne í Australia við einari heilabløðingi. Skanningar hava síðani víst, at heilabløðingin fer at laga seg av sær sjálvum. Tí verður Jesper Olsen væntandi skrivaður út av sjúkrahúsinum í morgin. Jesper Olsen hevur í fleiri ár starvast fyri eitt felag, sum keypir og selir spælarar, og í løtuni er hann leiðari á einum fótbóltsskúla í Australia.