Dugnaligi landsliðsvenjarin hjá danska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Jesper Jensen gevst i starvinum í summar.
Jesper Jensen sigur við TV2, at hann er sera fegin um tey fimm árini hann hevur verið í starvinum, men hann saknar at vera venjari í gerandisdegnum.
Danska hondbóltssambandið boðar frá, at tey eru longu í holt við tilgongdina at finna ein nýggjan landsliðsvenjara.
Tað hevur gingist væl hjá Danmark við Jesper Jensen sum venjara. Við honum hevur Danmark vunnið tvær EM-silvur, eina OL-bronsu, og HM-bronsu tvær ferðir.