Jesper Grønkjær takkar fyri seg

Danski vongurin boðar í dag frá, at hann sunnudagin í Parkini spælir sín seinasta fótbóltsdyst. Hann er 33-ára gamal og hevur spælt 80 landsdystir. - Eg havi hugsa meg væl um og eri komin til tað niðurstøðu, at tíðin er komin at gevast sum yrkisfótbóltsspælari eftir dystin móti AaB sunnudagin, sigur Jesper Grønkjær sambært Ekstra Blaðnum.

 

Jesper Grønkjær er føddur í 1977 og byrjaði sína yrkisleið í AaB. Í 1998 skifti hann til Ajax í Hollandi áðrenn leiðin í 2000 gekk til Chelsea í Onglandi. Hann kostaði London felaginum góðar 70 milliónir krónur og gjørdist samstundis dýrasti danski leikarin tá. Frá 2004 til 2006 spældi hann í styttri tíðarskeið fyri Birmingham, Atletico Madrid og Stuttgart. Í 2006 gekk leiðin heim til Danmarkar, har hann síðani hevur spælt við FCK.

 

Jesper Grønkjær spældi sín fyrsta landsdyst fyri Danmark í Parkini í 1999 móti Italia. Tað er ein myrkur dagur í søguni hjá danska vonginum. Júst innskiftur valdi hann at leggja bóltin aftur til Peter Schmeichel í málinum, men tað hevði málrevurin, Filippo Inzaghi, langt síðani lisið. Sostatt fór Jesper Grønkjær frá at verða ein glaður debutantur til at gera ein Jesper Olsen. Hann er tó komin væl frá marruni í 1999, tí hann hevur spælt 80 landsdystir og skorað fimm mál á landsliðnum.

 

Marru avleveringin hjá Jesper Grønkjær hann síggjast HER (1:30-1:58)

 

Týdningarmiklasta málið Jesper Grønkjør nakrantíð hevur skorað, skoraði hann á seinasta leikdegi í Premier League 2002/03. Í heimadystinum móti Liverpool skoraði hann avgerandi málið í dystinum, sum gjørdi at Chelsea kom í Champions League. Søgan sigur, at tað málið gjørdi at Roman Abramovich valdi at keypa júst Chelsea.

 

Ein samandráttur frá søguliga dystinum á Stamford Bridge kann síggjast

HER