Jeremias

»Jeremias –hin grátandi profeturin« er heitið á nýggjari bók eftir Zacharias Zachariassen í Gøtu, sum Forlagið Leirkerið hevur givið út.

Zacharias sigur í formælinum í bókini at frá ungum árum hevur ein av yndisbókum hansara í Gamla Testmenti verið bók Jeremiasar. Boðskapur Jeremiasar er sera grípandi, týdningarmikil og viðkomandi, tí at tíðin, tá ið Jeremias livdi, var á mangan hátt so meinlík okkara tíð. Bókin, ið eg havi skrivað, er ein roynd at hjálpa ungum sum eldri betur at skilja Jeremias og fáa størri andaligt innlit í hesa áhugaverdu bók. Tilfarið havi eg so við og við savnað saman og skrivað gjøgnum árini.


Zacharias er føddur í Gøtu í 1935 og hevur virkað sum trúboðari í 50 ár. Umframt at tala orð Guds víða hvar í Føroyum, hevur hann verið virkin á tí bókliga økinum. Hann hevur skrivað, týtt, yrkt, samskipað og givið út kristiligan lesnað. Hann hevur verið blaðstjóri í 40 ár, fyrst – saman við øðrum – á tíðarritinum Røddini, og seinastu 25 árini á Leirkerinum.


Bókin er 304 blaðsíður og fæst við bleytari permu eins og innbundin. Umframt gjøgnum bókaringin hjá Forlagnum Lerikerinum, tlf. 441093, fæst bókin eisini til keyps í bókabúðunum kring landið.