Jeppe: Spælararnir stríddust uttan at missa høvdið (FM1)

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum Neistin-Kyndil 21-20, og hoyr Jeppe Borch, venjara hjá Neistanum

Tað verða Neistin og H71 sum møtast í FM-finalunum. Tað er veruleiki aftaná Neistin vann ein sera dramatiskan dyst 21-20 ímóti Kyndli í tí triðju FM-finaluni. Í steðginum var javnleikur 10-10.

 

 

Tað leikaði javnt á allan dystin, og liðini skiftust um at verða á odda, men Neistamenn hildu høvdið kaldari seinastu løtuna. Tá fekk Tórur Guttesen, ið annars stóð ein branddyst í Kyndils-málinum reytt kort fyri at fýra Rasmus Søby, ið Tórur meinti hevði skotið eitt skot í høvdið á honum við fríum vilja, men dómararnir mettu øðrvísi.

 

Rasmus Søby var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum. Dánjal Ragnarsson skoraði fýra mál fyri Neistan. David Edvardsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við seks málum. Bartal Klein Olsen skoraði trý mál fyri Kyndil.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu dramatisku minuttunum av dystinum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein fegnan venjara hjá Neistanum, Jeppe Borch sum nú fær møguleikan at vinna greipuna: - Tað er ikki lætt at biða sínar spælarar "kríggjast" uttan at missa høvdið, greiðir Jeppe frá, glaður um, at júst tað eydnaðist. Jeppe væntar nakrar sera javnar FM-finalur ímóti H71.

 

3) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum. Claus er vónsvikin av, at summir spælarar ikki fokusera uppá at spæla hondbólt, og tað skemmaði ein annars javnan og spennandi dyst. Claus gleðir seg til nakrar javnar og tættar FM-finalur millum H71 og Neistan.