Jensina Olsen vitjar og framførir í Føroyahúsinum í Keypmannahavn á kvinnudegnum 8. mars.
Kl. 18.00 - Indonesisk rækjusuppa, kaffi og køka
Kl. 19.00 - Jensina Olsen undirheldur við frásøgn og sangi
Um Jensinu: Jensina Olsen er ein kvinna, sum kann undirhalda innan nógvar ymiskar listagreinir m.a. við skemti, sjónleiki og sangi. Jensina ger eisini barnasendingar til sjónvarp og útvarp. Hon hevur fingið virðis- og starvsløn og er eisini nógv brúkt sum framsøgufólk m.a. til nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum og onnur tiltøk.
Jensina Olsen er ikki minni enn eitt føroyskt fjøltalent. Hon dugir væl at venda orðum og setningum til ein skemtiligan vinkul, skrivar Føroyahúsið í tíðindabrævi.