Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er í USA, har hann hevur samrøður við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken.
Eitt av málunum við ferðini er at tryggja framhaldandi stuðul til Ukraina í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum.
Um ein lítlan mánað verða tað heili tvey ár, síðan Russland leyp á Ukraina, og hetta hendi nevniliga hin 24. februar í 2022.
Á felags tíðindafundi, har Blinken og Stoltenberg vóru við, vísti amerikanski uttanríkisráðharrin á álopið í Jordan, har tríggir amerikanskir hermenn lótu lív.
Antony Blinken ávaraði um, at Ukraina er í vanda, um amerikanska kongressin ikki góðkennir ein nýggjan stuðulspakka til krígsherjaða landið.
- Uttan henda stuðul - stutt sagt - verður alt, sum ukrainar hava rokkið higartil og sum vit hava hjálpt teimum við, í vanda, segði hann.
Jens Stoltenberg segði, at ein russiskur sigur í Ukraina fer at styrkja Iran, Norðurkorea og Kina, og hetta fer at hava týdning fyri tryggleikan, bæði í USA og Evropa.
- At stuðla Ukraina tænir eisini tykkara áhugamálum, legði Nato-aðalskrivarin aftrat, og tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi í kvøld.