Óli Jacobsen
---
Heilt nógvar ættir í Havn eru umrøddar í hesi røð. Men tað er bara ein Weihe, sum hevur ein gravstein. Hetta er Jens Petur Egholm Ferdinand Weihe, sum bara gjørdist 21 ára gamal. Hann var ógiftur og helst eru tað foreldrini, sum hava reist honum henda steinin, so hann ikki skuldi gloymast.
So ungur hann var, so er tað ikki nógv, sum kann sigast um Jens Petur sjálvan, men hann eigur so eina ætt, sum er væl kend í Havn.
Tað er eisini skrivað um ættina. Djóni Andreasen hevði í Varðanum, bind 64, 1997, eina longri frásøgn um hesa Weihe ættina, sum upprunaliga kallaðist Weis.
Henda greinin kemur tískil serstakliga at snúgva seg um ættina hjá Jens Petur, vanliga varð nevndur Petur.
Omman og abbin vóru Johanna Nicodemussen (1844-1918) úr Norðradali og Jacob Christian Weihe (1848-1906). Tey giftust í Havnar kirkju í 1872. Hann hevur búð úti í Bø í Kirkjubø og seinni í Dandastovu.
Pápin var Andreas Marius Weihe (1874-1919). Hann fór til Danmarkar at fáa sær heilsubót, doyði har og varð jarðaður í Keypmannahavn.
Tey búðu “úti í Bø”´í Havn. Hetta er í dag Bøgøta.
Mamman var Ellen Christine Egholm (1870-1955). Tey giftust í Havn 22.11 1898. Hon var systir Johan Hendrik Egholm, sum giftist við Onnu Sofiu Petersen úr Funningi. Tey búsettust í Havn, her tey eiga stóra ætt.
Jens Petur fekk hesi systkin:
1. Johanne, fødd í 1899, doyði ikki tvey ára gomul í 1901.
2. Johannes Frits (1902-1981). Hann var eftir øllum at døma uppkallaður eftir deyðu systrini.
Tá ið Johannes doyði skrivaði Jona Henriksen millum annað í Sosialinum, har hon eisini lýsti barnaheimið hjá Jens Peturi:
Pápin var arbeiðsmaður, so umstøðurnar vóru ikki til, at sonurin kundi fara í realskúla og síðan lesa víðari, hóast evnini vóru framúrskarandi, sat alla tíðina nr. 1 og fekk virðislønir.
Prógvið fyri, hvussu høgt dugnaskapur hansara var mettur, var, at hann beint frá barnaskúlanum fekk pláss á fútaskrivstovuni.
Gott tvey ár seinni vitjaði sorgin barnaheimið, pápin doyði av sjúku, og mamman fekk – eins og aðrar einkjur tá – eitt stríggið lív við at forsyrgja sær og børnunum, tey vóru trý yngri enn Hannis.
Í 1927 gjørdist Johs. Weihe sýslumaður í Vágunum, og árið eftir giftist hann við Camillu, dóttir Carl Vilhelm Fossaa, bakarameistara og Onnu f. Bærentsen.
Seks ár starvaðist hann har vesturi, so gekk leiðin aftur til heimstaðin og nýggja arbeiðspláss hansara var á skrivstovuni hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik, har hann nøkur ár seinni, í 1947, gerst hann varastjóri. Í 1953, aftaná deyða Carl Jensens, bleiv hann stjóri, og hann sat í sessinum í 20 ár, tá hann fór frá fyri aldur.
Johs Weihe var ógvuliga avhildin og væl umtóktur av øllum, og var hann Meiarínum ein avbera góður stjóri við serligum hegni fyri tí fíggjarliga.
Johs. Weihe var eisini í mong ár belgiskur konsul, og tá hann legði hetta starv frá sær, fekk hann ein ordan frá belgisku stjórnini, krónordanin.
Hann var eisini í mong ár nevndarlimur í Havnar Sjúkrakassa.
Tíðliga gjørdist Johs. Weihe javnaðarmaður. Hann var ein stillførur maður, men kortini hevði hann nógv at týða innanflokka. Til hansara var ofta leitað, tá áleikaði og stórmál ella tvørleikar skuldu loysast og var hann góður í ráðum. Eisini hevði Johs í mong ár roknskapin fyri Sosialin.
Sjáldan hava vit sæð eini hjún verið so nógv fyri hvørt annað og tykkum børnum gav hann umframt allan kærleika, eisini høvi til ta útbúgving, tit ynsktu, og sum hann ongantíð hevði møguleika at fáa.
Tey áttu børnini Onnu, sum giftist niðri, umframt Elin, Marjun og Carl Vilhelm, sum búðu í Havn. Carl Vilhelm, sum var ein kendur grannskoðari doyði longu í 1995, einans 58 ára gamal.
3. Birthe Helena (1904-2000)
Tá hon var liðug at ganga í barnaskúla fór hon til Danmarkar at læra at seyma. Eftir lokna útbúgving seymaði hon í nógv ár fyri fyritøkur og handlar í Danmark. Tey seinnu árini var tað mest privat.
Lena giftist við Johannis Olsen av Norðtoftum. Tey áttu sonin Poul. Lena er jarðað í Keypmannahavn.
4. Christina, Kittan (1906-1995)
Eftir loknan barnaskúla fór hon at arbeiða sum skrivstovukvinna í málingahandlinum hjá Poul í Geil. Har var hon til 1928, tá hon fór at arbeiða í tí nýstovnaða Havnar Timburhandil. Tá timburhandilin í 1970-unum flutti niðan á Háls gavst Kittan og gjørdist heimagangandi.
Kittan var eitt av teimum 49 ungfólkum sum í 1928 mótmæltu, at føroyskt ikki var lært í realskúlanum. Hetta gav úrslit longu sama ár.
Kittan var ógift og átti dóttrina Petru Mariu, uppkallað eftir Jens Petur.
Onnur systkin hjá pápanum Andreas Marius vóru:
Nicolina, doyði 3 dagar gomul í 1872
Isabella Cathrina (1877-1962)
Hon giftist í 1908 í Havnar kirkju við Poul Ferdinand Niclassen f.1876 úr Sørvági.
Tey fingu Poul Karter (1910-1988)
Nicolina Sofía (1880-1936)
Djóni 1883-1950
Djóni giftist í 1908 í Havnar kirkju við Elisabeth Christinu Højgaard (1884-1977).
Tey fingu børnini:
1.Johanna Kristina (1908-19 93).
2.Elsebeth Susanne (1910-2002)
Í 1958 giftist hon við Palla Thomsen, skraddara í Syðrugøtu, og tey búsettust har.
3. Johan Christian (1912-1991). Ógiftur
4. Anna Maria (1918-1995). Ógift.
5. Johan (1918-1992). Ógiftur.
Kendur sum prestur. Var í 1925 hjá mammubeiggjanum, kenda skiparanum Símun í Rituvík
6. Andreas Marius (1921-1983). Giftur við Honnu Jacobsen í Leynum.
7. Atlanta Cathrina (1923-2012), ógift, kend sjúkrasystir.
Asta í Kioskini á Vaglinum í Havn vaks upp hjá Djóna. Hann var vinmaður Jacob Danielsen, kallaður G. Tá ið mamma Astu doyði, tá ið Asta var heilt lítil, kom hon til Djóna at búgva og vaks upp sum ein partur av familjuni.
Emil (1888-1967). Giftist við Maren Margretha Ellendersen f. 1888 í Hvalba. Tey vóru barnleys.
-----
Komandi partur
Nú eru bert fáir gravsteinar eftir at lýsa á Svínaryggi. Tí eru bara 2 ella tríggir partar eftir í hesi røð. Komandi partur kemur til jóla.
-------------------
Ískoyti til seinasta part
Jóhan og Elina Simonsen í Norðradali fingu 10 børn. Av teimum búgva Hanus og Rúni í Norðradali.