Jens Marni vitjar Annu Faroe

Fríggjakvøldið klokkan 20 fer Anna Faroe aftur at hava konsert í Løkshøll í Runavík. Áhoyrarar kunnu vænta sær eina stóra og spennandi tónleikauppliving, har Anna bæði syngur sangir av fløgu síni, Because I want to, og onnur góð løg.

Tónleikararnir, sum spæla saman við henni, eru:

 

Hjalti Joensen: Guitar

Høgni Klakkstein: Trummur

Eyðun Johannesen: Bass

Gunnar Guttesen: Keys

Kristina Bærendsen: Kór

 

Aftrat teimum fer kórið Vox eisini at luttaka, og sum prikkurin yvir i´num kemur Jens Marni Hansen, Planet Award vinnari, á vitjan og syngur saman við Annu.