VIDEO: Soleiðis reyk AIK Stockholm úr Conference League

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Györ-AIK Stockholm 2-0 (1-0)

Liðið hjá Mikkjali K. Thomassen tapti 0-2, og harvið samlað 2-3 fyri ungarska liðnum, Györ í triðja undanumfarinum í Conference League. 

 

Györ legði seg á odda í 34. minutti. Tá ein tími var leiktur gjørdi Aron Csongvai hjá AIK sjálvmál, og so var Györ samlað á odda 3-2.

 

AIK hevði tann størsta málmøguleikan í 51. minutti, tá Anton Saletros hjá AIK brendi eitt brotsspark, ið kundi givið AIK eina samlaða 3-2 leiðslu í uppgerðini. Ístaðin var tað heimaliðið, ið økti til 2-0, og samlað til 3-2. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Györ-AIK Stockholm 2-0 (1-0):

 

##med2##