Eldurin umborð á Marie Mærsk enn ikki sløktur

Eldur herjar framvegis á bingjuskipinum "Marie Mærsk", sum er eitt av teimum størstu hjá Mærsk.

Tað sigur ein talsmaður fyri danska reiðarísan sambært Reuters.

Eldurin kyknaði mikumorgunin út fyri strondini í Liberia, har manningin á skipinum varnaðist royk úr bingjum umborð, varð sagt frá Ritzau í gjár.

Roynt hevur verið at sløkkja eldin síðani tá.