Jens Marni syngur í Klaksvík

Hóskvøldið hevur Jens Marni Hansen konsert í Spaniastovu

Hóskvøldið ber til at uppliva Jens Marna Hansen framføra á konsert í Klaksvík. Konsertin verður hildin í Spaniastovu úti í gomlu Klaksvík.

Við sær hevur Jens Marni tónleikararnar Josva Debes, sum spælir trummur, Jóhannus á Rógvi Joensen, sum spælirbass, Finn Hansen, ið spælir tangentar, og harafturat verður Stanley Samuelsen gestasangari.

Konsertin við Jens Marna og hansara monnunum byrjar hóskvøldið kl. 20.00.