Ráa rock-røddin hjá Jens Marna Hansen er kosin sum tann besta í landinum í 2008
Jens Marni Hansen skal um lítla løtu í luftina sum gestasangari á Planet-Awards. Men longu nú er alment, at rødd hansara er tann besta mannfólkarøddin í landinum.
Ráa rokk røddin hjá Jens Marna Hansen var ein partur av ljóðmyndini hjá Kjølum, All That Rain og seinni eisini Showmonnum. Men í ár er maðurin, ið plagdi at rópa seg næststuttligasta mann í Kollafirði endiliga komin út á fløgu undir egnum navni. Á The Right Way uppliva vit ein nógv búnaðan sangara, ið dugur at brúka røddina til at lyfta tann góða og væl spælda, men heldur vanliga popprokkin uppá eitt óvanligt støði.
Sum upphiting fyri Bryan Adams á Tórsvølli vísti Jens Marni, at hann ikki stóð aftan fyri kanadisku fyrimyndina, tá tað kom til røddina.