Komandi leygarkvøld fer Jens Marni Hansen at framføra á Skarv í Keypmannahavn. Við sær hevur hann Kristoffer Mørkøre á bass og Fríði Øster spælir trummur. Teir rópa seg fyri Roller Band og byrja at undirhalda frá klokkan eitt. Í steðginum fer føroyski DJ Mike at venda plátum. Skarv roknar av góðum grundum við fullum húsi hettar kvøldið. Ivaleyst fara fólk út, tí Føroyahúsið fylgir valinum úr Føroyum á stórskýggja og við livandi klavertónleiki. Og sunnumorgunin fáa fólk ein ókeypis tíma í býnum, tí klokkan verður flutt aftur. Harafturat fara Uni Reinert Debess og onnur at jamma á Skarv.
Tað er gott at Jens Marni Hansen er ein royndur og ótroyttiligur at syngja og spæla. Fyrr á kvøldið er hann eisini í húsinum á Maglstræde. Vikuskiftið er annars á tremur við tónleiki. Tutl skipar fyri árligari altjóða Womex tiltaki í Forum, har tónleikarar hava møguleika at verða sæddir, hoyrdir og fáa eina plátukontrakt. Møguleiki verður at hoyra Dánjal á Neystabø, Høgni Lisberg, Uni R. Debess, Benjamin Petersen Kristian Blak og Gipsy Train undirhalda. Gipsy Train gevur út fløgu um fáar dagar og okkurt av hesum verður eisini at hoyra á Skarv leygarkvøldið.
Mynd: Olaf Olsen