Jens Marni og Metallica populerastu fløgurnar

Expert hevur gjørt yvirlit yvir sínar mest seldur fløgur fyri undanfarna ár. Metallica og Jens Marni Hansen vóru best umtóktar. Á føroyska listanum gjørdist Jens Marni Hansen best umtóktur, síðan Popp List 7, Jens Eli Ellefsen nummar trý og Tónleikafelagið 50 +ar gjørdist nummar fýra. Teimum í hølunum koma Marner og Árni, The Dreams, Hanus G. Johansen, Hallur Joensen, Teitur og Hermann & Svenn.

 

Av teimum útlendsku fløgunum gjørdist Metallica nummar eitt, Bryan Adamas nummar tvey og Coldplay endaði á triðja plássi.