Jens Marni og Kim í Vági

Stóra Pakkhús í Vági bjóðar leygarkvøldið til livandi tónleik við fólkakæru Jens Marna Hansen og Kim Hansen. Leygarkvøldið verður á tónlistarligum høgum støði í Vági, tá ið Stóra Pakkhús bjóðar Jens Marna Hansen og Kim Hansen vælkomnum. Teir báðir teljast ímillum bestu tónleikararnir í landinum, og allarhelst verða fleiri av fólkakærastu løgunum í Føroyum at hoyra hetta kvøldið.